Umstøður til úti- og mentunarlív kunnu seta ferð á frítíðarlívið hjá føroyingum

Náttúran og mentanarlívið hava djúpar røtur í Føroyum og áhugin millum fólk er stórur. Lokale og Anlægsfonden vísa á, at umstøður eiga at sniðgevast so, at tað stuðlar undir mentanarligt lív og útilív og samstundis er eitt stað har tað ber til at hittast í sosialum felagsskapi.

2. mars 2022

Bæði børnum og vaksnum í Føroyum dámar at ganga í fjøllum og stórslignu náttúruni. Gongutúrar eru nógv best umtókta frítíðarvirksemið millum føroyingar. Men umstøðurnar til hetta útilív eru fáar og ikki ætlaðar til júst tað.

Tónleikur er sætta best umtókta virksemið, tvørturum bæði ítróttar- og frítíðarlív hjá børnum, og mentanarligt virksemi fyllir hjá teimum vaksnu.

Hetta vísir ein nýggj, landsfevnandi kanning av rørslu- og frítíðarvanum føroyinga.

Umstøður til útilív kann blása enn meiri lív í útilívið
”Gongutúrar eru sjálvsagdir við føroysku náttúruni. Í Danmark hevur tað rættiliga tikið dik á seg við fjallasúklum og vetrarsvimjing og dentur hevur verið á at menna umstøður til vetrarsvimjing og miðstøðir hjá teimum, ið ganga. Tað eru eisini møguleikar fyri tí í Føroyum,” sigur Jakob Færch, sum er menningarráðgevi hjá Lokale og Anlægsfonden. 

Millum bæði børn og vaksin er uttanduraumstøður tað, ið minst verður nýtt.

Jakob Færch vísir á, at tað er umráðandi at hava umstøður til vælumtókt virksemi, men samstundis at hyggja at møguleikum fyri at stuðla nissjuvirksemi sum fjallasúklum og vetrarsvimjing.

“Vetrarsvimjing vindur uppá seg í Føroyum, so tørvur kann vera á at menna umstøðurnar til tað. Onkrastaðni verða gomlu neystini tikin í brúk. Soleiðis fæst eyga á serligar nissjur, sum tørva menning, men hava nógvar møguleikar, av tí at náttúran longu er har í Føroyum, og enn eru ikki ov nógvir virknir vetrarsvimjarar,” sigur hann.

Mentan og skapandi evni eru siðvenja
Millum børn í Føroyum er tónleikur sætta størsta frítíðarvirksemið, meðan tað serliga hjá vaksnum kvinnum er handarbeiði. At rógva, matgera, landbúnaður – eitt nú seyður, tað at fiska og annað mentunarligt virksemi er eisini væl umtókt millum vaksin.

“Í Føroyum er ein sterkur áhugi og siðvenja fyri tónleiki og mentan. Tað merkir, at umstøðurnar mugu bjóða eina breiða pallett av mentanarvirkemi og síðani hyggja at eftirspurninginum,” sigur Jakob Færch.

Hann vísir á, at eitt tak kann vera at menna mentanarhúsini, við at nútímansgera tey, so at tey kunnu húsa virksemi, ið ikki hevur nakrar karmar í dag. Føroyska bygdarsamfelagið er so háttað, at tað kann vera ein fyrimunur, at fleiri kommunur deila og sláa fleiri umstøður saman.

Sosiala staðið at hittast skal vera í fokus
Um hugt verður at, hví fólk luttaka í ítrótti og frítíðarlívi, er tað serliga tann sosiali parturin, sum fyllir hjá teimum eldri, og hjá tannáringum er vanligasta orsøkin til, at tey ikki luttaka í ítróttar- og frítíðarlívi, at tey velja sær vinfólk frá. Nógv feløg og felagsskapir vanta støð at hittast sosialt.

“Tað er ikki altíð tað ítøkiliga virksemið, sum hevur alt at siga, men samveran – tað fært tú í virkseminum, men eisini í útjaðaranum av virkseminum – áðrenn, undir og eftir venjing og tað vita vit, er sera týdningarmikið,” sigur Jakob Færch.

Hann leggur dent á tørvin fyri, at umstøður og karmar eru til at kunna hittast og “hanga út”. Tað snýr seg um, at tað skal vera loyvt at vera har og at tað staðið er eitt stað at hittast.

“Vit síggja tað í gransking millum børn og ung – at tørvur er á at hava hesi støðini, har tú kanst vera tryggur og hava tíni sosialu sambond. Tað ber til at sniðgeva umstøðurnar so, at tað verður áhugavert – vit hava eitt nógv meiri nýmótans boð uppá klassiska kafeteriað,” sigur Jakob Færch.

Sí meiri á https://www.loa-fonden.dk/temaer/fritidsfaciliteter-paa-faeroeerne/

 

Tvey støð, sum Lokale og Anlægsfonden hava ment í Føroyum:

Mentanarhúsið í Klaksvík
Fyrrverandi posthúsið í Klaksvík verður gjørt um til eitt topp-moderna og fólksligt mentanarhús, sum verður karmur um eitt livandi og fjølbroytt mentanar- og felagslív fyri øll í býnum. Mentanarhúsið ‘Grunnurin Mentanarhús’ savnar listarfólk, tónleikarar og skúlanæmingar í Klaksvík. Ætlanin er at fevna um ein breiðan hóp av brúkarum, sum verður afturspeglað í arkitekturinum, sum er so lagaligur, at húsið kann passast til skiftandi tørvin og bjóða nýggjum brúkarum vælkomnum. LOA hevur latið kr. 9.000.000 til verkætlanina.

Vatnítróttardepilin Fjørður
Saman við Tvøroyrar Kommunu og LOA hevur eitt kappróðrarfelag ment fyrsta vatnítróttardepilin í Føroyum. Depilin skal lata frítíðarvirksemi við strond og hav upp fyri føroyingum. Tað eru ikki bert kapprógvarar, sum kunnu nýta hesa heilsubótarligu oasu. Umleið 10 ymiskar vatnítróttir kunnu gerast á deplinum. Har er sauna, tilhaldsrúm, pláss er fyri bátum, havkajakkum, SUP-board, kaviútgerð, verkstað, náttúrumiðling, súkklu- og gonguútgerð. Depilin er eitt stað at hittast, ið letur vatnítróttina upp fyri fólki og samlar áhuga og kreftir innan havítrótt undir einum taki. LOA hevur latið kr. 3.800.000 til verkætlanina.

FAKTA

Um Lokale og Anlægsfonden
Lokale og Anlægsfonden er ein sjálvsognarstovnur, vitanarmiðlari og menningargrunnur undir Kulturministeriet, sum mennir byggiverkætlanir og fysiskar umstøður innan ítróttar-, frítíðar- og mentanarlívið. Tá ið stuðul verður latin verkætlanum, fylgir hugskotsmenning, sparring og onnur menning altíð við. LOA útlutar uml. 80-90 milliónir krónir árliga til verkætlanir, sum grunnurin arbeiðir við. Peningurin kemur frá miðlunum frá Danske Spil (ítróttarvedding).

 

Skip to content