Nýggj vitan er lykilin til at menna betri frítíðarumstøður í Føroyum

Fyri fyrstu ferð nakrantíð, eru landsfevnandi dátur tøkar um rørslu- og frítíðarvanar hjá føroyingum. Jakob Færch, menningarráðgevi hjá Lokale og Anlægsfonden, greiðir frá, at tað er avgerandi stuðla upp undir gongdina og tryggja, at frítíðarumstøður verða tøkar hjá fleiri enn. Lokale og Anlægsfonden stuðla og menna bygging í Danmark, Grønlandi og í Føroyum.

2. mars 2022

Ítróttar- og frítíðarumstøður so sum mentanarhús, ítróttarhallir og róðrardeplar eru longu í dag karmurin um virkna gerandislívið hjá nógvum føroyingum. Men í framtíðini verður nógv lættari at tryggja, at umstøðurnar svara til nýggj rák og tørvir hjá fólki.

Idrættens Analyseinstut (Idan) hevur, í samstarvi við Lokale og Anlægsfonden (LOA) og fleiri føroyskar kommunur, fyri fyrstu ferð sett frítíðarvirksemið í Føroyum á kortið við eini landsfevnandi kanning.

Nýggja vitanin er avgerandi fyri at menna umstøður til ítrótt, mentan og frítíðarlív í Føroyum, tí hon leggur dent á avbjóðingarnar og møguleikarnar innan frítíðarvirksemi.

Vitan hevur týdning fyri menning
”Kanningin hevur stóran týdning, fyri hvussu umstøðurnar kunnu mennast, men í roynd og veru fyri alt frítíðarøkið,  av tí at tað ber til at taka nógv betur skikkaðar avgerðir. Kommunur, felagsskapir og privatir aktørar fáa innlit í menningarmøguleikarnar. “Vitanin vísir á tann partin av fólkinum, sum frítíðartilboðini kanska ikki røkka í dag”, sigur Jakob Færch, sum er menningarráðgevi hjá Lokale og Anlægsfonden.

Í tøttum samstarvi við umsøkjararnar, mennir LOA umstøður til ítrótt, mentan og frítíðarlív. Vitan um ítróttar- og frítíðarvanarnar hjá fólki, er ein partur av menningartilgondini, tí hon tryggjar, at deplarnir, sum LOA mennir og byggir, loysa veruligar tørvir. Bæði staðbundið og landsfevnandi.

Umstøður skulu stuðla upp undir aktuella rákið
Hvat virksemi er væl umtókt? Hvat eggjar til at vera virkin? Hví eru nøkur, sum ikki eru virkin? Hvussu kunnu vit fáa tey við? Hvussu eru umstøðurnar í kommununi?

Hetta eru spurningar, sum kanningin hevur svarað. Sambært Jakob Færch kann vitan nýtast til at avdúka, um bólkar eru, sum hava serligan tørv á at gerast virknir – til dømis eldri ella børn og ung, sum ikki hava nóg góðar umstøður í dag.

“Tá ið tú hevur hesa vitan, kanst tú stuðla virksemi við framúr vøkstri, nýggjum nissjuvirksemi ella nøkta tørvin, har umstøðurnar ikki eru nøktandi. Tað kann føra til at átøk verða framd fyri at menna umstøður, ella at gongd kemur á at gera politikkir um umstøður og ítrótt .”

Fyrsta kanning av sínum slag
Idan hevur kannað rørslu- og ítróttarvanar í Danmark síðani í 2007. Fleiri kanningar av danska fólkinum hava verið síðani. Somuleiðis í Grønlandi og har hevur tað havt við sær strategisk átøk, har LOA hevur greinað hvussu tørvurin fyri umstøðum hevur verið.

“Ein markantur munur við kanningini í Føroyum er, at hugt verður bæði eftir ítróttar- og frítíðarvanum, harímillum t.d. mentanarvirksemi og handverki.  Tað er ikki bert ítrótti vit skulu hyggja at – hvørki í LOA ella hjá kommununum, men heldur frítíðarvanum sum heild. Og nú eru fyrstu ábendingarnar komnar, sum vísa á nøkur rák í Føroyum,” sigur Jakob Færch.

Í 2014 gjørdi LOA ein ítróttardepil í Føroyum. Tá vóru ongar dátur frá kanningum av ítróttar- og frítíðarvanum, men ein nágreinilig kanning varð gjørd av staðbundna tørvinum.

“Upprunaliga verkætlanarhugskotið var, at gera enn eina ítróttarhøll. Men grundað á eina menningartilgongd við Runavíkar kommunu og eini arkitektakapping, varð komið fram til, at tað var ikki tørvur á enn eini standardhøll, men einum staði har fimleikur og annað rørsluvirksemi, motorikkur, kropslig venjing og sosial samvera kundu hittast,” sigur Jakob Færch.

LOA hevur stuðlað fleiri umstøður í Føroyum – seinast var ein vatnítróttardepil í Suðuroy og mentunnarhúsið í Klaksvík.

Sí meiri á Fritidsfaciliteter på Færøerne

FAKTA

Um Lokale og Anlægsfonden
Lokale og Anlægsfonden er ein sjálvsognarstovnur, vitanarmiðlari og menningargrunnur undir Kulturministeriet, sum mennir byggiverkætlanir og fysiskar umstøður innan ítróttar-, frítíðar- og mentanarlívið. Tá ið stuðul verður latin verkætlanum, fylgir hugskotsmenning, sparring og onnur menning altíð við. LOA útlutar uml. 80-90 milliónir krónir árliga til verkætlanir, sum grunnurin arbeiðir við. Peningurin kemur frá miðlunum frá Danske Spil (ítróttarvedding).

Skip to content