Rådgivning og støtte

Her kan du læse mere om, hvilken hjælp Lokale og Anlægsfonden tilbyder jer, hvis I drømmer om at samarbejde med os om et projekt.

Lokale og Anlægsfonden letur stuðul til verkætlanir innan trý øki

  • Ítrótt
  • Mentan
  • Útilív

Verkætlanir okkara fevna víða – frá eini einfaldari sauna ella felagshøli til baðistøð við havnarløg, ítróttarøki, náttúrurúm, mentanar- og samkomu-/felagshús. Sí øll verkætlanarsløg her.

Lokale og Anlægsfonden er ein vitanardepil og menningargrunnur
Vit bjóða:

  • Ráðgeving og hugskotsmenning
  • Vitan
  • Fígging

Lokale og Anlægsfonden arbeiðir við fysiskum umstøðum til útilív í Danmark, Føroyum og Grønlandi. Vit eru ein sjálvsognarstovnur undir danska Mentamálaráðnum og saman við brúkarum og byggiharrum skapa vit framtíðarinnar samkomustøð.

Soleiðis samstarvar tú við okkum

Smáar verkætlanir
Krøvini til tær smáu verkætlanirnar, sum kosta úr 150.000 kr. – 1.5 mió kr. eru bert, at okkara formellu krøv vera gingin á møti. Søkjast kann um 1/3 av verkætlanarkostnaðinum – ella í mesta lagi 200.000 kr.

Stórar verkætlanir 
Meiri arbeiði skal til, fyri at fáa fíggjarligan stuðul til tær stóru verklætlanirnar, ið kosta omanfyri 1,2 mió. kr. Hesar verkætlanir byrja altíð við, at vit fáa glið á verkætlanina og bjóða ókeypis menningarráðgeving. Í ráðgevingartilgongdini verður gjørt greitt, um verkætlanin hevur tað sum krevst, fyri at fáa fíggjarligan stuðul – vit krevja millum annað, at verkætlanin skal hava stóran staðbundnan týdning og kann vera fyridømi fyri landið.

Vit lata stuðul til nýbygging og ikki til umvælingar – hetta er galdandi fyri bæði stórar og smáar verkætlanir.

Vit samstarva við øll sløg av feløgum, felagsskapum, stovnum, grunnum og kommunum, sum ikki hava privatfíggjarlig áhugamál.

Udforsk dette tema

Skip to content