Framløga av spildurnýggjum dátum um ítróttar- og frítíðarvanar verður løgd fram á stórari ráðstevnu í Tórshavn

Øll, ið hava áhuga fyri at menna føroyska frítíðarlívið hittast til ráðstevnu í Tórshavn 2.-3. mars 2022. Á fyrsta sinni eru ítróttar- og frítíðarvanar hjá føroyingum settir á kortið í eini kanning, sum Idrættens Analyseinstitut hevur staðið fyri, stuðlað av Lokale og Anlægsfonden. Dentur er lagdur á ítrótt, mentan og útilív.

Tíðindaskriv frá Lokale og Anlægsfonden og Idrættens Analyseinstitut
2. mars 2022

Hvat eggjar til at vera virkin? Hvat virksemi er væl umtókt og á veg fram? Og hvussu menna vit umstøður, ið kann draga tey, ið ikki eru virkin?

Hetta eru týdningarmiklu spurningarnir á eini stórari frítíðarráðstevnu í Tórshavn 2. og 3. mars. Ein nýggj landsfevnandi kanning, ‘Fritidsvaner og fremtidens mødesteder på Færøerne’ ella ‘Frítíðarvanar og framtíðar støð at hittast í Føroyum’ veitir fyri fyrstu ferð vitan um ítróttar- og frítíðarvanar hjá fólki, innan bæði ítrótt, útilív og mentan. 

Jon Gerner, stjóri í Lokale og Anlægsfonden sigur:
“Tað er ótrúliga spennandi, at kanningin er innan bæði ítróttar-, mentanar- og útilív. Tað mest serstaka er yvirlitið yvir mentanarlívið í Føroyum. Nýggja vitanin hevur stóran týdning og kann geva íkast til betri avgerðir á enn betur skikkaðum grundarlagi. Á ráðstevnuni taka vit fyrstu stigini, til at fáa tær góðu dáturnar út at arbeiða kring alt landið. Náttúran í Føroyum er stórsligin og peikar millum annað eftir møguleikum fyri at menna fleiri støð har útilív kann hittast og at nýhugsa umstøður til tað skapandi, mentanarliga frítíðarlívið.  

Heðin Mortensen, løgtingslimur og borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu fer at bjóða vælkomin. Idan fer at leggja úrslitini frá kanningini fram. LOA hevur eitt upplegg við íblástri til at menna frítíðarumstøður í Føroyum, har støðið verður tikið í nýggjastu vitanini. Gongudeplar, havnasvimjing, mentanar- og felagshús eru boð upp á umstøður, sum luttakararnir fara at hoyra um á ráðstevnuni. Hjá kommunum og felagsskapum verður somuleiðis høvi at fáa ítøkiliga ráðgeving ella sparring við LOA um ítøkiligar verkætlanir.

Kommunur, politikarar, felagsskapir, feløg, fakfólk, Idan, LOA og onnur við áhuga í frítíðarvirksemi luttaka. Saman verður kjakast um, hvussu nýggja vitanin best kann verða umsett til ítøkilig átøk, ið skulu menna umstøður og virksemi í Føroyum í framtíðini.

Idrættens Analyseinstitut (Idan) stendur fyri kanningini við stuðli frá Lokale og Anlægsfonden (LOA).

Ráðstevnan verður 2. – 3. Mars í Norðurlandahúsinum í Tórshavn. Skráin sæst her.

Lesið eisini:  Nýggj vitan er lykilin til at menna betri frítíðarumstøður í Føroyum

Umstøður til úti- og mentanarlív kunnu seta ferð á frítíðarlívið hjá føroyingum

Um kanningina: Kannað er hvussu børn og vaksin velja virksemi, nýta umstøður, hvat eggjar teimum til, forðingar, hvussu felagsskapir eru skipaðir og hvørjar treytir feløg hava í Føroyum. Kanningin fer eisini í dýpdina um hvussu umstøður og rúmd eru hjá kommununum. Kanningina hevur Idrættens Analyseinstitut gjørt í samstarvi við Lokale og Anlægsfonden, Tórshavnar, Runavíkar, Klaksvíkar, Fuglafjarðar, Eystur-, Sunda og Sjóvar kommunum, Mentamálaráðnum, Ítróttasambandi Føroya (ÍSF), Føroya Ungdómsráði (FUR), Setrinum og Fólkaheilsuráðnum.  

Um Lokale og Anlægsfonden
Lokale og Anlægsfonden er ein sjálvsognarstovnur, vitanarmiðlari og menningargrunnur undir Kulturministeriet, sum mennir byggiverkætlanir og fysiskar umstøður innan ítróttar-, frítíðar- og mentanarlívið. Tá ið stuðul verður latin verkætlanum, fylgir hugskotsmenning, sparring og onnur menning altíð við. LOA útlutar uml. 80-90 milliónir krónir árliga til verkætlanir, sum grunnurin arbeiðir við. Peningurin kemur frá miðlunum frá Danske Spil (ítróttarvedding). 

Meiri kunning
Anna Rex, Lokale og Anlægsfonden, +45 2613 5142

Pressekontakt

Line Dangkel Jacobsen
Kommunikationskonsulent, Lokale og Anlægsfonden
Skip to content